Innanlands

Søgur uttan úr heimi í Perluni

Tórshavnar kommuna skripar fyri spennandi søgum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-15 08:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í Tórshavnar kommunu búgva fólk úr nógvum londum. Børn og vaksin kunnu leygardagin 23. februar kat lurta eftir søgum uttan úr heimi í Perluni.

Hesa ferð vera fýra spennandi søgur úr Asia at hoyra, sum fýra ordiliga fitt fólk úr Asia hava valt til børnini.

Søgurnar eru týddar til føroyskt, og Mariann og Durita - hinar fittur og stuttligu, tit vita - fara at lesa søgurnar, skrivar Tórshavnar kommuna.

Søgurnar eru egnaðar til børn í aldrinum 4 til 10 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder