Innanlands

Søkja eftir stjóra til Føroya eftirskúla

Starvið verður sett frá 1. juli ella skjótast sum til ber, og fyrstu næmingarnir byrja í august

Mynd: Føroya Eftirskúli

Mynd: Føroya Eftirskúli

2019-06-01 16:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður søkt eftir stjóra til Føroya eftirskúla á Tvøroyri.

Fyrstu næmingarnir skulu byrja í august.

Næmingatalið verður avmarkað fyrsta árið, men ætlanin er at økja so líðandi um talið.

Bygnaðarliga er skúlin skipaður, sum eitt 10. og 11. floks tilboð við serstøkum breytum. Samstarv er eisini við Tvøroyrar Skúla.

Tengd, at skúlanum, og undir ábyrgd skúlastjórans, verða, lærarar, hjálparfolk, serlærdir undirvísarar, húsavarðar og vaktir á næmingaheiminum.

Fyrsti skúlastjórin á Føroya eftirskúla skal mynda og skipa byrjanina av skúlanum, m.a. innrætting, innihald, skipa og menna lærugreinar og breytir á skúlanum.

Starvið verður sett frá 1. juli 2019, ella so skjótt sum til ber.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder