Innanlands

Sóknast eftir fígging til føroyskt bardagaspæl

Beyond the Pyre – eitt føroyskt MOBA-spæl við íblástur úr norrønu gudalæruni

2026-04-01 15:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kris M. Dánjalsson, ið eisini kallar seg Mykines Dánjalsson, hevur ment eitt telduspæl, kallað ‘Beyond the Pyre’. Nú leitar hann eftur stuðlum á hópfíggingarportalinum at fáa til vega 50.000 krónur til tess at fáa verkætlanina til veruleika.

Talan er um eitt sokalla MOBA-telduspæl – tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. MOBA stendur fyri: multiplayer online battle arena, altso eitt spæl, har fleiri kunnu spæla móti hvørjum øðrum á netinum. Hetta er eitt kappingarsinnað, strategist bardagaspæl, har hetjur og fíggindar stríðast á vígvøllinum.

Verkætlanin er serstøk, við tað, at telduspælið hevur sín uppruna og íblástur úr norrønu gudalæruni, kvæðaskaldskapinum, víkingamentanini og føroysku náttúruni. T.d. nevnist tann eina stríðskvinnan Brynhild, sum vit kenna frá norrønu gudalæruni og Sjúrðakvæðunum. Ein onnur stríðskvinna nevnist Skaði, sum er gudinnan fyri bogaskjóting í norrønari mýtulogi. Hon er kend fyri sítt hegni og neyvleika á stríðsvøllinum. Ein stríðsmaður er Starkad, sum er víkingur og lívshættisligur mótstøðumaður. Somuleiðis eru m.a. rúnasteinar og rúnaskrift ein partur av umhvørvinum.

Hópfíggingin er ætlað  til at fullfíggja og menna Alpha útgávuna t.v.s. fyrstu útgávuna har spælast kann.

Nógv meira um spælið sæst á hopfigging.fo – har ber eisini til at stuðla verkætlanini 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder