Innanlands

Sóknast eftir navni til nýggjan forskúla

Tvøroyrar kommuna hevur skipað fyri navnakapping í sambandi við, at nýggjur forskúli byrjar í august

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-02-04 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august byrjar eftir ætlan ein nýggjur forskúlli í Tvøroyrar kommunu, og í hesum sambandi hevur kommunan skipað fyri navnakapping.

– Forskúlin verður partur av skúlanum og barnagarðinum í Trongisvági og ynskja vit at stovnurin fær eitt hóskandi og lætt navn, ið t.d. lýsir virksemið hjá einum forskúla, børnum, innlæring, spøl og/ella nærumhvørvinum, skrivar kommunan.

Freistin at senda inn uppskot til navn er fríggjadagin 24. februar klokkan 12. Vinnandi uppskotið verður kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi, og fær vinnarin 1000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder