Innanlands

Sóknast eftir uppskotum til limir í nýskipaða ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, og um, hvussu hesi kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum – freistin at senda inn uppskot er 1. november

Landsstýrismaðurin  í uttanríkis- og mentamálum tilnevnir ein formann og seks ráðslimir eftir tilmæli frá trímannanevnd, sum viðger øll inkomnu uppskotini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum tilnevnir ein formann og seks ráðslimir eftir tilmæli frá trímannanevnd, sum viðger øll inkomnu uppskotini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-01 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir uppskotum um limir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, í sambandi við at ráðið fyri fyrstu ferð verður sett.

Um ein hevur uppskot um limir, ber til at senda tey til Uttanríkis- og mentamálaráðið í seinasta lagi 1. november 2021, skrivar ráðið á heimasíðuna.

Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, og um, hvussu hesi kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum.

Ráðslimir skulu tilsamans umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni.

Landsstýrismaðurin tilnevnir ein formann og seks ráðslimir eftir tilmæli frá trímannanevnd, sum viðger øll inkomnu uppskotini.

Ráðslimir verða tilnevndir fyri fýra ár í senn, og kunnu í mesta lagi tilnevnast tvey skeið á rað. Av tí, at hetta er fyrstu ferð, at ráðið verður sett, verða fýra limir tilnevndir fyri fýra ár, og tríggir limir tilnevndir fyri tvey ár, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder