Innanlands

Sóknast eftir vitnum

24. september var ein ungur maður funnin uttan vit í eysturbýnum í Havn við skaða í andlitinum, og løgregaln sóknast nú eftir vitnum, sum møguliga kunnu siga, hvat er farið fram

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-01 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan sóknast eftir vitnum í sambandi við eina hending í eysturbýnum í Havn 24. september, náttina millum hósdagin og fríggjdagin.

Talan er um ein ungan mann, sum varð funnin uttan vit uml. klokkan fýra um morgunin í vegamótinum Djóna í Geilgøtu/Bókbindaragøtu og hevði skaðar í andlitinum.

Maðurin er um 20 ára gamal og var í svartari hettutroyggju, svørtum buksum og hvítum skóm. Maðurin varð, áðrenn hann bleiv funnin uttan vit, seinast sæddur uttanfyri Hotel Brandan umleið klokkan hálvgum tvey.

Løgreglan sóknast eftir vitnum, sum møguliga kunnu siga, hvat er farið fram í tíðarbilinum, frá maðurin bleiv sæddur við Hotel Brandan, til hann bleiv funnin á Djóna í Geilgøtu, skrivar løgreglan á Facebook.

Tey, sum halda seg vita okkurt, kunnu boða løgregluni frá á tlf. 351448 ella 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder