Innanlands

Sóknast eftir vitnum til harðskapsmál

Ein ungur maður varð leygarmorgunin álopin av øðrum unglingum í Havn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-16 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan sóknast eftir vitnum til eitt harðskapsmál, sum hendi leygarmorgunin millum klokkan trý og fýra.

Talan er um ein ungan mann um 20 ára aldur, sum var álopin í Jóannesar Paturssonar gøtu í Havn av øðrum unglingum.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn vóru tvær gentur og tveir dreingir, og tvey av teimum lupu á unga mannin.

Órættaði hevur fingið skaða í andlitið. Hann hevur fingið blátt eyga, tannskaða og okkurt skursl. Hann kennir ikki fólkini, sum lupu á, og tí sóknast løgreglan nú eftir vitnum til hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder