2019-06-12 12:41
Veðrið vísir seg frá síni betri síðu í dag, men gleðin er stokkut. Næstu dagarnar fer at regna.
Í dag er gul upp í frískan vind av landnyrðingi og norðan, millum 3,5 og 8,5 m/s. Sólin sær seinnapartin, einki avfall og hitin um 7 til 8 hitastig.
Í morgin gránar og ú móti kvøldið fer at regna, um 0,1 til 0,7 mm. Hann veksur vindin úr andøvsgul upp í strúk út á kvøldið av norðuri og landnyrðingi, úr 6,5 upp í 13,5 m/s. Hitin millum 5 og 8 hitastig.
Fríggjadagin minkar hann úr strúkur í vindi niður í frískan vind av landnyrðingi og eystan, millum 9 og 13,5 m/s. Um náttina og fyrrapartin regnar, um 1,1 mm. Hitin millum 8 og 10 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald