Tey sum høvdu glett seg til at keypa ein ferðaseðil úr Vágum og til býin sum aldrin svevur, New York, mugu bíða nakrar dagar afturat.
Sølan skuldi annars byrja í dag.
- Vit høvdu glett okkum til at seta ferðaseðlarnar til New York til sølu í dag, mánadag 15. mai, men tíverri hava vit rent okkum í tekniskar trupulleikar við bíleggingarskipanini, sum hevur við sær, at vit noyðast at útseta søluna, skrivar Atlantic Airways í fráboðan.
Sølan byrjar mikudagin 17. mai klokkan 13, sigur Atlantic Airways.
Føroyska flogfelagið flýgur til New York millum 22. august og 4. oktober í ár. Prísirnir tur retur verða úr 5.995 krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald