
Sølan frá 3. til 4. ársfjórðing veksur aloftast vegna jólasøluna, og seinasta ár var heldur einki undantak. Sølan í føstum prísum var harafturímóti lægri í øllum vørubólkum 4. ársfjórðing 2022 í mun til sama tíðarskeið í 2021. Sølutølini benda tó á, at hóast prísvøksturin hevur verið størstur á matvørum, so gongur hetta mest útyvir søluna hjá klædna- og skógvahandlum.
Tað skrivar Hagstovan, nú sølan fyri smásølu er gjørd upp fyri 4. ársfjórðing í fjør.
Frá november 2021 til november í fjør var prísvøksturin 10,1 prosent. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í nógv ár, og eins og fyri 3. ársfjórðing í 2022, ávirkaði hetta eisini søluna fyri 4. ársfjórðing í fjør.
Prísir á mati og drykkjuvørum hækkaðu 13 prosent frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Verður sølan gjørd upp í ársins prísum, var hon fýra prosent hægri hetta tíðarskeiðið, men máld í føstum prísum, var sølan átta prosent lægri hetta tíðarskeiðið.
Slaka sølan samanborin við undanfarin tíðarskeið er eisini galdandi fyri vørubólkin "húsbúnað og húsarhaldsútgerð". Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' hækkaðu 13 prosent frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Sølan í ársins prísum hetta tíðarskeiðið var nakað tað sama sum árið fyri, men umroknað til fastar prísir lækkaði sølan hetta tíðarskeiðið 12 prosent, skrivar Hagstovan.
Søla av klædnavørum og fótbúnaði er eisini merkt av prísvøkstrinum í samfelagnum. Hóast prísurin á klædnavørum og fótbúnaði bert er vaksin fýra prosent, er sølan í ársins prísum fallin fimm prosent, meðan sølan í føstum prísum er lækkað heili níggju prosent undanfarna árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald