Innanlands

Sólarroðin – Ein kvøða til fólkið og bygdirnar í Eysturkommunu

Nýggi sangurin, ið leirvíkingurin Signar á Reynatrøð hevur skrivað tekstin til, er komin út í dag. Høgni Lisberg og Bárður á Lakjuni hava skrivað lagið, og Bárður og kvinnukórið Silvitni syngja saman

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-27 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sólarroðin er ein kvøða til fólkið og bygdirnar í Eysturkommunu. Okkara búmerkið er sermerkt og minnir okkum á, at vit í stuttum kunnu siga, at sólin rísur á Gøtuvík øld eftir øld og setur í Djúpini summarkvøld eftir summarkvøld.  

Soleiðis sigur Signar á Reynatrøð, sum hevur skrivað tekstin til "Sólarroðin". Leirvíkingurin sigur við heimasíðuna hjá Eysturkommunu, at hann seinnu árini hevur ingið hundraðtals túrar niðan á Leirvíksfjall eftir gomlu varðagøtuni, og hava hesir frálíku gongutúrar verið við til at geva honum íblásturin til kvøðuna.

- Útsýnið av fjallatoppunum kring gomlu og søguríku víkingabygdirnar myndar eitt ávíst huglag saman við sveimandi lagnum og “søgum í stovu við stokkum hjá móður, ið siga frá døgum, tá jørðin var grøn.”

Signar og sonurin, Víkinga-málverjin Bárður á Reynatrøð, hava staðið fyri upptøkunum til videolagið. 

[object Object]
Mynd: Eysturkommuna

Tónleikarin og leirvíkingurin Høgni Lisberg hevur verið við til at gjørt lagið og hevur eisini gjørt sjálvar upptøkurnar og lagt tónleikin til rættis.

Bárður á Lakjuni hevur verið við til at gjørt lagið. Løgtingslimurin og fuglfirðingurin, sum býr í Leirvík, syngur og spælir tvørfloytu. Tað er kvinnukórið Silvitni, ið stendur fyri kórsanginum - Dánjal Eysturstein leggur kórið til rættis. Theodor Kapnas hevur ljóðblandað Sólblandað og Georg Nerantzis hevur mastrað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder