Innanlands

Soleiðis er veðrið komandi dagarnar

Í dag er turt og í morgin verður vindhart

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-02-19 12:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag er turt og nøkunlunda stilt í veðrinum. Í dag er hann er andøvsgul til frískan vind av landnyrðingi norðan og vestan, millum 6 og 10 m/s. Einki avfall og hitin um 5 til 6 hitastig.

Veðurforsøgnin sigur, at í morgin verður meira vindur, tá hann verður strúkur í vindi til hvassan vind, fyrst av landsynningi og síðani vestan, millum 11,5 og 15,5 m/s. Fyrrapartin regnar, millum 0,1 og 1,6 mm. Hitin veksur úr 6 hitastigum upp í 8 hitastig sum dagurin líður.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder