Innanlands

Soleiðis fara leiguíbúðirnar at síggja út

Mark kann nú fara undir at byggja 94 leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-03-14 18:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býráðið samtykti á eykabýráðsfundi í kvøld at selja lendi undir Kongavarða til íbúðarbygging. Við hesari samtyktini er fyrsta stigið tikið til, at MARK kann fara undir at byggja 94 leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum.

Leiguíbúðirnar verða gjørdar í trimum lonum, og byggingin er í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir.

Hetta er fyrstu ferð, kommunan hevur samtykt at bjóða út lendi eftir ávísum treytum, har privatir koma framat og byggja leiguíbúðir í høvuðsstaðnum.

Tá ið verkætlanin er liðug, fara eini 200 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar í Tórshavnar kommunu – alt leiguíbúðir til fólk, sum vilja búgva í høvuðsstaðnum.

Flestu íbúðirnar verða 60 fermetrar við tveimum kømurum. Haraftrat verða íbúðir við tveimum kømurum, sum eru 45 fermetrar umframt íbúðir við trimum kømurum, sum eru 90 fermetrar.

Tað var í fjør, at Tórshavnar kommuna bjóðaði lendið undir Kongavarða út alment til privatar. Ein treyt í útbjóðingartilfarinum var, at byggjast skuldi leiguíbúðir á økinum, sum er 10.500 fermetrar til víddar. Niðan fyri økið er raðhúsabygging, og oman fyri økið er Klingurstjørn og øll sethúsini, sum verða bygd har.

Á økinum, har leiguíbúðirnar verða bygdar, verða 98 parkeringsbásar. Haraftrat verða gjørd 30 nýggj felags parkeringspláss til grannarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder