- Nógv góð stórmál vóru til viðgerar á býráðsfundi í gjár m.a skipan av Vágsbotni. Vágsbotn er blivin ein alsamt størri partur av býnum og býartrivnaðinum í Havn. I gjár varð avgjørt at fara undir at skipa økið við torgi v.m.
Soleiðis skrivar Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á sínum vanga á Facebook. Býráðið viðgjørdi í gjár eitt mál um skipan av Vágsbotni.
Í skránni fyri býráðsfundin í gjárkvøldið stóð millum annað, at pláss skal vera fyri gerandisdegi og veitslu í Vágsbotni.
Annika Olsen skrivar at settar eru 5 mio av til endamálið í ár. Myndin ovast í greinini er eitt hugsað dømi, sum borgarstjórin hevur lagt á sín vanga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald