2023-04-02 16:12

Um páskirnar koyrir Bussleiðin í høvuðsstaðnum eitt sindur øðrvísi.
Sambært Tórshavnar kommunu eru hesar broytingar í ferðaætlanini:
Skírisdag – 6. apríl – og 2. páskadag – 10. apríl – koyra bussarnir eftir sunnudagsferðaætlanini.
Langafríggjadag og 1. páskadag – 7. og 9. apríl – er eingin koyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald