Innanlands

Soleiðis kundi linjuføringin til vestmannatunnil verið

Landsverk hevur gjørt uppskot og kanningar til ein komandi tunnil millum Kvívík og Vestmanna. Mett verður at verkætlanin fer at kosta umleið hálva milliard

Mynd frá tekning 1

Mynd frá tekning 1

2023-01-06 15:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undan jólum skipaði Landsverk fyri einum kunnandi fundi fyri kommunurnar í Vestmanna og Kvívík, har kunna var um gongdina at fyrireika ein komandi Vestmannatunnil.

Arbeiði byrjaði upprunaliga í 2019, tá ið pengar vóru játtaðir á Fíggjarlógini, at gera innleiðandi kanningar av at gera tunnil til Vestmanna. Tá teknaði Landsverk eitt uppskot til tunnil, ið var brúkt sum útgangsstøði til at gera innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar. Í 2019 var tískil gjørd ein innleiðandi jarðfrøðilig rapport av økinum, ið byggir á linjuna frá 2019. 

Tunnilslinjan frá 2019 byrjaði omanfyri Kvívík, og kom út niðri á havnalagnum í Vestmanna. Hugskotið við linjuni var tískil, at hon leiddi ferðsluna til ferguleguna í Vestmanna, har tað so var møguligt at leiða ferðsluna runt í Vestmanna og á Válinum. 

Í 2022 var aftur játtan til verkætlanina, men tá var eitt ynski at kanna um til bar at broyta linjuna, so hon í Vestmanna kom út fram við verandi landsvegi. Landsverk hevur tí tekna eitt nýtt uppskot, ið kemur út við verandi landsveg, og hetta uppskot er í 2022 brúkt til at dagføra jarðfrøðiligu kanningarnar. Kanningarnar eru ikki heilt lidnar, tí ætlanin er at gera eina royndarboring aftrat, og hon verður eftir ætlan gjørd fyrst í 2023. Tá ið hon er liðug, er møguligt at gera tað jarðfrøðiligu rapportina lidna.

Tekning 1

Tekning 2

Tekning 3

Tekning 4

Næsta stig í verkætlanini, um hon verður raðfest politiskt, verður at bjóða hana út til prosjektering. Í løtuni verður mett, at tunlar kosta umleið 110 mió kr fyri hvønn kilometur av tunli. Mett verður tískil, at hendan verkætlan kemur at kosta umleið 500 mió kr, um hon verður raðfest politisk komandi árini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder