Mentan

Soleiðis kunnu skeinkistøð og matstovur hava opið á páskum

Skjótt 100 ára gamla halgidagslógin syrgir fyri, at tað ikki verður so nógv skonkt, og ikki so nógvur dansur og livandi tónleikur halgidagarnar

(Mynd: Okkara)

(Mynd: Okkara)

2021-03-31 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tað skjótt eru 100 ár síðani, at Halgidagslógin kom í gildi í Føroyum, so er tað framvegis hon, sum ásetur nær skeinkistøð og matstovur kunnu hava opið halgidagar. Eitt nú hvussu upp og afturlatingartíðirnar kunnu vera um páskirnar.

Eitt nú er avmarkað við almennum undirhaldi ella “offentlig forlystelse”, sum tað eitur í lógini. Tað verði seg dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur og enntá nektardansur ella striptease.

Tónleikur úr hátalara fellur vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin.

Løgreglan og Loyvisnevndin hava gjørt eitt yvirlit, hvussu tað er loyvt hjá matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.

Skírisdagur (hósdagur)

Skeinking er loyvd kl. 11:00-23:45
Alment undirhald er ikki loyvt sambært § 4, sbr. § 2, í halgidagslógini.

Viðmerking: Galdandi allan dagin. Eingin larmur má vera, sum kann órógva almenna friðin, sbr. § 4, sbr. § 2 í halgidagslógini.

Langi fríggjadagur (fríggjadagur)

Skeinking er loyvd kl. 11:00-03.45
Alment undirhald er ikki loyvt sambært § 4, sbr. § 2, í halgidagslógini.

Viðmerking: Galdandi allan dagin. Eingin larmur má vera, sum kann órógva almenna friðin, sbr. § 4, sbr. § 2 í halgidagslógini.

Páskaaftan (leygardagur)

Skeinking er loyvd kl. 00:01-03:45 (leygarmorgun) og kl. 11:00-03:45 (sunnumorgun).
Alment undirhald er loyvt kl. 00:01- 03:45 (leygarmorgun) og annars fram til kl. 23:45 (leygarkvøld).

Viðmerking: Loyvt er matstovum og skeinkingarstøðum at hava opið og skeinkja inn í páskadag. Loyvt er ikki at skipa fyri offentlig forlystelse, sum gongur inn í páskadag.

Páskadagur (sunnudagur)

Skeinking er loyvd kl. 00:01-03.45 (sunnumorgun) og 11:00-23.45 (sunnukvøld).
Alment undirhald er ikki loyvt sambært § 4, sbr. § 2 í halgidagslógini.

Viðmerking: Galdandi allan dagin. Eingin larmur má vera, sum kann órógva almenna friðin, sbr. § 4, sbr. § 2 í halgidagslógini.

2. páskadagur (mánadagur)

Skeinking er loyvd kl. 11:00-03:45 (týsmorgun). Undantakið frá vanligu upplatingartíðini er grundað á, at talan er um gamalt dansikvøld.
Alment undirhald er loyvt kl. 16:00-03.45 (týsmorgun). Undantakið frá vanligu upplatingartíðini er grundað á, at talan er um gamalt dansikvøld.

Viðmerking: Millum kl. 09:00 og 16:00 má eingin lamur vera, sum kann órógva almenna friðin, sbr. § 2 í hagidagslógini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder