Høgni Hoydal hevur seinastu árini arbeitt við nýggjari fiskivinnuskipan, og mangan hava bylgjurnar gingið høgt í løgtinginum, tá orðaskifti um tey mongu uppskotini hava verið.
Í sendingini Nón í Kringvarpinum seinnapartin í gjár vildi Høgni Hoydal vera við, at lobbyisman hevur ávirkað so mikið nógv, at tey fýra stóru reiðaríini í Føroyum bara kundu havt sæti á tingi.
- Vit hava roynt at framt tað, sum man fór til val uppá, og tað sum samgonguskjalið segði, men eg havi enn einaferð fingið prógvað, hvussu sterk áhugamálini eru hjá nøkrum øgiliga stórum fyritøkum í Føroyum, segði Høgni Hoydal.
- Og har havi eg saknað, at onkur hevur torað at - eisini fjølmiðlarnir - onkuntíð at spyrja um tað eru fýra fyritøkur í Føroyum, sum seta alla dagsskránna, ella setur man ikki spurnartekin við tað, sum tey siga, spurdi Høgni Hoydal í sendingini.
Hann segði, at fólkaræðið í Føroyum er í vanda, tá tað blívur stýrt av peningaligum áhugamálum.
- Tí vit eru í vanda í Føroyum, at fólkaræðið blívur so stýrt av peningaligum áhugamálum, at oftani kann man hugsað sær, at tað hevði verið líka gott bara at havt fyritøkurnar sitandi á tingi, soleiðis sum lobbyisman hevur verið, segði Høgni Hoydal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald