Innanlands

Soleiðis verður vikuskiftisveðrið

Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðrið tað mesta av vikuskiftinum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-08 12:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað regnar leygarkvøldið, men annars sigur veðurforsøgnin frá turrum og og fyri tað mesta stillum veðri.

Í dag leikar harðast á við frískum vindi til strúkur í vindi av eystri, millum 8 og 10 m/s. Einki avfall og hitin veksur úr 2 upp til 4 hitastig.

Í morgin minkar hann í vindinum frá strúkur í vindi niður í gul av eystri, frá 10 niður í 4 m/s. Seinnapartin og fyrstu tímarnir sunnunáttina regn, millum 0,1 og 0,9 mm. Hitin millum 2 og 5 hitastig.

Sunnudagin er stilt, bert eitt lot av norðuri, millum 4 og 5 m/s. Hitin um 3 og 4 hitastig. Eitt sindur av avfalli um náttina, men annars turt.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder