Mentan

Sóleyan: Elin Brimheim Heinesen við nýggjum sjónbandalagi

Sóleyan er ein yrking, sum pápi hennara, Jens Pauli Heinesen skrivaði fyri 60 árum síðani, sum Elin hevur sett tónar til – Í fjør leitaði hon sær hjálp til innspælingina umvegis hópfígging, og nú er bæði sangurin og sjónbandalagið komið út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-06 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri 60 árum síðani skrivaði rithøvundurin Jens Pauli Heinesen yrkingina Sóleyan um menniskjans undurfullu, men tó so sárbæru og óvissu tilveru. Árið eftir at hann andaðist í 2011, setti dóttirin, Elin Brimheim Heinesen tónar til yrkingina í eini roynd at handfara sorgina eftir at hava mist pápan.

Lagið varð givið út 12. november, og um vikuskiftið kom eitt tilhoyrandi sjónbandalag eisini út.

Elin droymdi um at innspæla lagið við symfoniorkestri og manskóri, men hevði ikki ráð til at fíggja eina so stóra verkætlan einsamøll, og á sumri í fjør leitaði hon sær tí hjálp at gera dreymin til veruleika umvegis hopfigging.fo. Tað eydnaðist eftir seks døgum at fáa ynsktu upphæddina inn, og tá hópfíggingarátakið var av, vóru 80.000krónur komnar inn.

Stórsligna symfoniska útsetingin hevur italska tónaskaldið Enzo de Rosa staðið fyri, og hon er innspæld við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri.

Sjónbandalagið kann síggjast omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder