2019-06-26 14:20
Sólin hevur sæð óvanliga nógv seinastu dagarnar, men frá í morgin er liðugt við tí. Komandi dagarnar verður samdrigið.
Í dag minkar hann vindin frá strúkur í vindi niður í andøvsgul av vestri, frá 11,4 niður í 5,6 m/s. Sólin sær allan dagin, og hitin liggur um 10 til 12 hitastig.
Í morgin veksur hann vindin úr andøvsgul upp aftur í strúk av vestri, millum 6 og 11 m/s. Hóast tað verður yvirskýggjað og eingin sól verður lýtt, millum 10 og 11 hitastig.
Fríggjadagin verður andøvsgul til frískan vind av útsynningi, millum 7 og 8,5 m/s. Tað verður turt fram til um kvøldið, tá tað fer at regna, um 0,5 mm. Yvirskýggjað og hitin um 10 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald