2019-04-24 12:16
Skalt tú njóta sólina, so er tað í dag tað skal gerast. Sólin skínur í allan dag og hitin liggur um tey níggju hitastigini. Eitt sindur av vindi er, við frískum vindi upp í strúk av landsynningi og eystan, um 9 til 12 m/s.
Í morgin er yvirskýggjað og nøkur æl í morgin tíðliga og seinnapartin, millum 0,1 og 0,7 mm. Veðurforsøgnin sigur frá frískum vindi upp í strúk av eystri og landsynningi, millum 8 og 12 m/s, áðrenn hann minkar vindin um kvøldið niður í gul og andøvsgul av landsynningi, millum 5 og 6 m/s. Hitin um 8 til 9 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald