Mentan

Solokonsert við Dávi Birgisson

Guittarsnillingurin, sum skjótt skal spæla sína debutkonsert á kongaliga musikkonservatorium, verður at hoyra í Hátúni sunnudagin

Dávur Birgisson her sum solistur hjá Føroya Symfoniorkestri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dávur Birgisson her sum solistur hjá Føroya Symfoniorkestri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-09 18:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin verður møguleiki at uppliva sologittarkonsert við unga talentinum, Dávi Birgisson, ið seinni í ár fer at hava sína formellu debut úr solistklassanum á Kgl. Danska Musikkonservatorium í Keypmannahavn.

Konsertin verður á Musikkskúlanum í Havn, har Dávur traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar hjá Ragnari Olsen, ið var fyrsti lærari hansara. Eftir lokið prógv á Musikkskúlamiðnámi, fór Dávur til Keypmannahavnar at lesa. Eisini var hann eitt skifti í Kina í tiltikna gittarklassanum í Beijing.

Dávur Birgisson hevur við góðum úrslitum luttikið í altjóða kappingum fyri gittara og vann hann í 2017 stórstu føroysku einleikarakappingina Stella Polaris.

Dávur fer at spæla tónleik eftir Dowland, Brouwer, Moreno-Torroba og Rasmussen. Og okkurt stuttligt afturat, sum hann sigur. Pláss skal vera fyri impulsiviteti, og hevur hann nógv gittarstykki við í skjáttuni.

Leygardagin fer Dávur at hava opnan klassa við blaðungum gittartalentum, ið spæla gittar hjá Ólavi Jakobsen og Ragnari Olsen. Her fer Dávur at vegleiða og koma við góðum ráðum.

Tiltøkini eru partur av Gittarmagma, ið er á Tórshavnar musikkskúla leygardagin og sunnudagin.

Solokonsertin hjá Dáva er sunnudagin kl. 15 í Hátúni. Hon er ókeypis og ikki er neyðugt at bíleggja atgognumerki innan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder