2019-06-10 11:14
Eitt ferðsluóhapp var í morgun beint áðrenn klokkan 05.00 - beint við skúlan í Søldarfirði. Ein bilur var farin útav vegnum og lá á høvdinum, tá løgreglan og sløkkiliðið komu á staðið. Fólk ið búðu tætt við vaknaðu av brestinum og boðaðu frá.
Eingin sá tó hvat hendi, og vakthavandi upplýsir, at tað er óvist, hví bilurin fór útav. Talan var um eitt soloóhapp, og tað tók eina løtu at fáa einsamalla persónin út úr bilinum. Hann var fluttir á Landssjúkrahúsið, men løgreglan veit ikki í løtuni hvør støðan hjá persóninum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald