![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum.
"Nornan spinnur" er felagsheiti á nýggjum tríbindaverkið hjá Sóruni Michelsen - Ein táttur er silvur, ein annar er gull og faúr fær tráðin helt slættan
Søgugongdin fer fram seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldaskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar.
- Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin stendur út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr. Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini.
Sprotin, ið gevur út, skrivar, at fylgt verður við hesari gentuni, hvussu lívið lagar seg hjá henni, og hvussu hon fótar sær, og at hetta er ein eym og kenslurík lagnusøga. Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð í Føroyum.
Tríbindaverkið hjá Sólrúni Michelsen fæst nú í skreytútgávu fyri beint undir 400 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald