placeholder
Mentan

Søn af en psykopat í Norðurlandahúsinum

Einmansleikurin hjá danska skemtaranum Geo verður at síggja í Norðurlandahúsinum 20. apríl

2022-03-07 17:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Kom innar og latum okkum opna eina fløsku av víni, tað er jú einastandandi.” Soleiðis segði danski skemtarin Geo, tá ið løgreglan bankaði á dyrnar fyri at bera honum tíðindi, ið vanliga eru sorgarboð - at pápin var deyður. Nú lætnaði endiliga fyri Geo. Pápi hansara hevði verið eftir honum, hótt og kúgað hann alt lívið. Tá ið Geo var lítil, brendi pápin jólagávurnar, bukaði mammuna, hótti við at drepa alla familjuna, og seinni, tá ið Geo varð vaksin, misbrúkti pápin samleikan hjá Geo, frøddi seg um at Geo hevði fingið krabbamein, órógvaði framførslur hansara og plágaði hann í telefonini. Endin varð at Geo fekk eitt løgbann ímóti pápa sínum. Tá ið løgreglan bankaði á dyrnar fyri at boða Geo frá at pápi hansara nú var farin, vóru tað tí gleðisboð fyri Geo og familjuna.

Søgan um pápa Geo hevur fyrr verið at hoyra í poddvarpinum “Kan man tilgive en psykopat”, men nú er hon eisini gjørd til ein skemtiligan einmansleik, ið Geo er á rundferð við. 20. apríl fer hann á pallin í Norðurlandahúsinum.

Her sigur Geo frá um sín barndóm við einum pápa, ið er psykopat. Søn af en psykopat er ein ómetaliga syrgiligur – og ikki minst skemtiligur – einmansleikur, har Geo fimlar við hesum skroypiligu og tabuiseraðu upplivingunum, ið myndaðu tey fyrstu 40 árini av hansara lívi.

”Eitt ódjór sum pápi mín finst harúti í so nógvum skapum. Eg vann á ódjórinum í mínum lívi og lærdi av royndum at varnast ein psykopat. Og nú tá alt hetta er á hinari síðuni, koma nógvar av upplivingunum fram sum psyko-stuttligar og eru ótrúliga loysandi at grína eftir”.

Royndi skemtarin hevur verið við í eini ørgrynnu av sjónvarpsframleiðslum, poddvørpum og útvarpssendingum, síðani hann byrjaði sína yrkisleið í 1996. Geo er harafturat fyrilestrahaldari og rithøvundur til tvær bøkur Hva’ Så Nu (2015) og Ikk’ For Sjov (2018). Hann hevur framført máttmiklar skemtileikir síðani 2002, har hann m.a. framførdi skemtileikin Den ægte vare, og hevur síðani gjørt Geo’s Garage (2006), Mit Indre Dyr (2009), Kemo og Comedy (2014) og Hva’ så nu (2018) við Thomas Skov.

Geo traðkar á pallin við Søn af en psykopat 20. april kl. 20 í Norðurlandahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder