
Av tí at ongar jólaguðstænastur vórðu hildnar í kirkjunum kring landið í ár, varð tað í sjónvarpi, teldu ella í snildfon, at til bar at "fara til guðstænastu".
Umframt tær guðstænasturnar ið vóru í Kringvarpinum, var eisini ein á Trúboðanum. Hon var úr kirkjuni á Nesi.
Har vóru millum annað tvær sangframførslur, sum Trúboðin hevur lagt út á heimasíðu sína og á Youtube.
Onnur var frá Jógvani Højgaard, trúboðara í Suðuroynni, ið sang og spældi ein sang - ein sangur um vakra einglasangin, sum ljóðaði ta náttina, Jesus varð føddur.
"Songur í myrkri" ljóðar kann hoyrast her
Hin var frá Bjartu Ásbjørnsdóttir Berthelsen og Erlu Mortensen. Tað var kendi jólasangurin "Nú tendrast túsund jólaljós", ið Emmy Köhler skrivaði í 1898 um ljósið og stjørnuna, sum lýsti fyri Jesusi.. Bjarta, ið er av Strondum, spælur klavur, og Erla, ið er av Kambsdali, spælir gittar. Báðar syngja.
"Nú tendrast túsund jólaljós" kann hoyrast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald