Uttanlands

Vivian Motzfeldt hevur meldað seg úr Siumut

Hon visti av ongum, tá forkvinnan í flokkinum, Aleqa Hammond, fríggjadagin tók seg úr landsstýrissamgonguni

Vivian Motzfeldt (Mynd: EPA)

Vivian Motzfeldt (Mynd: EPA)

2026-03-17 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vivian Motzfeldt, ið hevur sitið í grønlendska Naalakkersuisut sum landsstýriskvinna við uttanríkis- og granskingarmálum, hevur nú valt at lima seg úr flokkinum, Siumut.

Hetta hendir eftir at Siumut heilt óvæntað valdi at melda seg úr landsstýrissamgonguni við Demokraatit, IA og Atassut.

Vivian Motzfeldt hevur limur í Siumut í 20 ár.

- Í fyrsta lagi ynski eg ikki at arbeiða á henda hátt, tí politiskt arbeiði snýr seg um at kunna gera mun, sigur Vivian Motzfeldt við við grønlendska kringvarpið, og leggur afturat.

- Í flokkinum verður sjálvandi ein formansskapur valdur, men tað týdningarmesta er eftir míni meining, at tingbólkurin hjá Siumut er valdur av flokkinum, meðan formansskapurin er mannaður av flokslimum. Samstarvið millum tey fólkavaldið og formansskapin er órógvað, sigur hon.

Vivian Motzfeldt var ikki spurd eftir áðrenn forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, fríggjadagin boðaði frá, at flokkur hennara hevði tikið seg úr samgongusamstarvinum. Heldur ikki fyrrverandi formaðurin í flokkinum, Kim Kielsen, ið er tingformaður, visti av nøkrum, áðrenn avgerðin hjá formansskapinum í flokkinum varð almannakunngjørd.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder