Til seinasta løgtingsval í 2015 varð Sonja Jógvansdóttir vald á ting fyri Javnaðarflokkin við 1021 persónligum atkvøðum. Men dagin eftir, at samgongan varð skipað 14. september 2015, fór Sonja Jógvansdóttir úr Javnaðarflokkinum. Síðan tá hevur hon verið uttanflokkatingkvinna, men nú bendir okkurt á, at hon er á veg uppí Tjóðveldi.
Sambært KVF hava tey frætt frá álítandi keldum, at Sonja Jógvansdóttir er á veg í tingbólkin hjá Tjóðveldi.
Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, váttar eisini fyri in.fo, at tingbólkurin hevði fund um málið fríggjadagin, men at tey tó ikki komu til nakra niðurstøðu. Spurningurin, um Sonja Jógvansdóttir kann gerast ein partur av tingbólkinum hjá Tjóðveldi, verður tikin upp aftur á fundi í morgin, sigur hon.
Tað er tingbólkurin hjá Tjóðveldi, sum skal avgera, um Sonja Jógvansdóttir kann sleppa upp í tingbólkin nú, men tað er eitt lokalfelag sum skal avgera, um hon sleppur at stilla upp fyri Tjóðveldi til næsta løgtingsval.
Sambært in.fo var Sonja Jógvansdóttir á fundi hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag í oktober.
Ein annar uttanflokkatinglimur, Magni Laksáfoss, sum fór úr Sambandsflokkinum 31. mars í fjør, sigur við KVF, at hann eisini skjótt fer at taka støðu til, hvønn flokk hann fer í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald