Innanlands

Sonni á Horni nývaldur formaður

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund 20. mars

2019-03-30 22:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini tann 20. mars 2019. Skráin var samb. viðtøkum felagsins.

Umframt skipanarligu partarnar sum hoyra aðalfundinum til, luttóku Katrin Kallsberg og Siri Stenberg  á fundinum. Báðar høvdu tær innlegg um førda politikkin, framd avrik, og tankar um hvussu stingast skal út í kortið eftir komandi løgtingsval.

Eftir tað var orðið frítt og høvi var hjá fundarfólkinum at spyrja og hugurin at viðmerkja og spyrja var góður.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Sonni á Horni, formaður (valdur av aðalfundinum)

Súni í Hjøllum, næstformaður

Herbert Olsen, peningarøkil

Dánjal Vang, skrivari

Bernhard Samuelsen, nevndarlimur

Tóki Høghamar, nevndarlimur

Dia Ellindsson, nevndarlimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder