Norska kongshúsið er hesa vikuna rakt av einari gølu. 27 ára gamli sonur Mette-Marit krúnprinsessu í Noreg, Marius Borg Høiby, varð sunnudagin handtikin.
Hann er skuldsettur fyri harðskap og herverk.
Løgreglan varð sunnunáttina boðsend til eina íbúð í Olso eftir eina fráboðan um harðskap. Sambært norska TV2 varð ein kvinna koyrd á sjúkrahús, har hon fekk staðfest heilasjálvta.
Marius Borg Høiby var í varðhaldi hjá løgregluni í eitt samdøgur áðrenn hann varð leyslatin.
Krúnprinsessan skuldi eftir ætlan vera í París til OL hesa vikuna saman við Haakon krúnprinsi, men ferðin varð útsett orsakað av hendingini, og krúnprinsurin fór tí einsamallur. TV2 skrivar, at Mette-Marit í dag er farin til París, og verður saman við krúnprinsinum og stuðlar norsku íðkarunum um vikuskiftið. Millum annað síggja tey OL-finaluna í hondbólti hjá kvinnum, sum leygardagin er millum Noreg og vertirnar Frakland.
Haakon krúnprinsur er ikki pápi Marius Borg Høiby, sum Mette-Marit krúnprinsessa átti áðrenn tey hittust. Tí ber hann ikki kongiligt heiti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald