- Also vit eru øll tikin totalt á bóli: At so nógv hava sæð sendingina, hava reagerað og at tað einki negativt er - enn í øllum førum.
Sophilia Wraae Mukisa er ein av teimum seks sangspírunum, sum er við í sjónvarpsendingini "Hoydalar". Har tulka havnarkvinnan og hini stór verk hjá kendum sangarum - legendum, sum hon sjálv nevnir tey.
- Vit vóru øll ræðuliga nervøs. Hetta eru jú totalt stórar stjørnur - legendur. Men tvætl; nú hava teir fingið nýtt lív, og eg eri bara glað fyri at fólk tíma at syngja tað, sum vit eisini hava sungið.
Í fyrsta partinum framførdi Sophilia "Motormani" hjá Martini Joensen á lívligan hátt - sí niðanfyri ella á Youtube-rásini hjá Kringvarpinum
Sophilia framførir til Ítróttafagnaðin (Mynd: Sverri Egholm)
19-ára gamla songkvinnan hevur verið nakað frammi seinastu tíðina. Millum annað endaði hon "Jól við Løkin" við einum braki - og við kórinum "Brak" - og leygarkvølið, var tað Sophilia, sum legði fyri til Ítrótafagnaðin í Varpinum.
Tað var í Klaksvík, at vit fingu orðið á Sophiliu. Í sambandi við at tað var Ítróttafagnaður, komu vit inn á, at hon hevur íðkað nógvan ítrótt - men at ein skaði var við at gera, at tónleikurin av álvara tók yvir:
- Eg havi altíð íðkað ítrótt. Gjørdi frælsan ítrótt tá eg var yngri, so svam eg leingi, og so spældi eg hondbólt. Men so fekk eg knæskaða, og so steðgaði tað. Tá hugsaði eg, at "veist tú hvat: Eg fari "all-inn" uppá tónleikin - og nú eri eg her"
![]()
Sophilia Wraae Mukisa í dysti fyri besta liðið hjá Kyndli. Hon hevur millum annað verið úttikin til ungdómslandslið í hondbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nú er tað "all-in" í tónleikinum, og ymiskt er á veg (Mynd: Sverri Egholm)
Í mun til hvat er á skránni hjá Sophiliu í 2026, sigur hon soleiðis við Portalin og FM1.
- Ikki so nógv ítøkiligt enn. Men eg fari 100 prosent at framføra nakrar konsertir - og eg fari í gongd at gera egnan tónleik - har konseptið skal finnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald