2021-10-01 17:52

Soppur er í Listasavninum. Hetta varð staðfest, eftir soppakanningar vóru gjørdiar fyrr í ár.
Harvið skal reinsast, umvælast og dagførast, og av tí at eldri parturin av Listasavninum er í verri standi, enn upprunaliga mett varð, skal allur bygningurin høvuðsumvælast.
Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari.
Tað er nú greitt, at í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 er hálv onnur millión sett av til at umvæla Listasavnið.
Mett verður, at 1,4 milliónir krónur verða brúktar í ár, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald