Innanlands

Soppur staðfestur í Suðuroyar Apoteki

Nú skal kannast um neyðugt er at flyta í onnur høli, meðan trupulleikin verður loystur

(Mynd: Apoteksverkið)

(Mynd: Apoteksverkið)

2025-05-30 08:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kanningar eru gjørdar av hølunum hjá Suðuroyar Apoteki á Tvøroyri og har er staðfest, at soppur er í hølunum.

Tað er Landsverk sum hevur skipað fyri at kanningarnar eru gjørdar, og Landsverk arbeiðir nú saman við Apoteksverkinum og Heilsumálaráðnum fyri at finna skilabestu loysnirnar í mun til trupulleikan, upplýsir Hjalti Gunnarstein, landspotekari.

Eisini verður kannað um tað møguliga er neyðugt at flyta í onnur høli, meðan trupulleikin verður loystur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder