Innanlands

Sørvágs kommuna keypir nýggjar bátabrúgvar

Hendan ankringsskipanin verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum

Mynd: Sørvágs kommuna

Mynd: Sørvágs kommuna

2019-03-29 10:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrradagin skrivaði Sørvágs kommuna avtalu við S.J.H. Commercial Divers um keyp av bátabrúgvum.

Sørvágs kommuna samtykti á bygdaráðsfundi 23. januar 2019 at keypa nýggjar bátabrúgvar frá S.J.H. Commercial Divers. Talan er um at skifta uttasta partin av brúgvunum. Hesin parturin er 80 metrar.

Ætlanin er at byrja at leggja brúgvarnar síðst í mai/fyrst í juni, og væntandi tekur arbeiðið ein góðan mánað, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Í Føroyum hava flotbrúgvar altíð verið ankraðar við ketum, men Sørvágs kommuna hevur, sum fyrsta kommunan í Føroyum, valt eina nýggja ankringsskipan, ið kallast Seaflex. Sí sjónband her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder