Innanlands

Sosialráðgevarafelag Føroya hevur havt sín árliga aðalfund

Nevndin hevur skipað seg við Hallbjørg Lamhauge sum forkvinnu 

2024-11-04 18:45 Author image
Innsent
placeholder

Á aðalfundi um vikuskiftið í Mettustovu í Havn hevur Sosialráðgevarafelag Føroya skipað seg við nýggjaru nevnd.

Í nevndina vóru vald Hallbjørg Lamhauge, forkvinna, Karin Reginsdóttir Joensen, kassameistari, Duruta Hentze Sørensen, skrivari. Sum eykalimir vóru valdar Rúna Sivertsen og Harryet Lava.

Sosialráðgevar fyriskipa, samskipa og útinna sosialt arbeiði. Teir arbeiða fyri tað mesta hjá almennum myndugleikum. Teir arbeiða við børnum, ungum, familjum, arbeiðsleysum og fólki við ymsum avbjóðingum.

Missjónin hjá sosialráðgevum er at fyribyrgja og loysa trupulleikar í eini tilgongd, har tann einstaki borgarin er í miðdeplinum. Teir arbeiða fyri sosialari broyting í samfelagnum og fyri at seta sosialfakligheitina á breddan.

Sosialráðgevarafelag Føroya er eitt áhugafelag sum røkir faklig og lønarlig áhugamál hjá limunum, og felagið hevur sínar egnu viðtøkur. Lønarsamráðingar og onnur fakpolitisk áhugamál liggja hjá fakfeløgum, sum hava samráðingarrætt.

Á heimasíðuni http://www.srf.fo ber til at lesa um søguna og arbeiðið hjá sosialráðgevunum í Føroyum, umframt aðrar upplýsingar um felagið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder