Innanlands

Sosialurin hevði gott úrslit hóast skerjingar

Yvirskotið í felagnum svarar til tað, felagið fekk í miðlastuðli. Virksemið er skert munandi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-08 17:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Smápartafelagið Sosialurin, sum stendur fyri miðlavirkseminum í Miðlahúsinum í Vágsbotni, kom úr árinum 2018 við 760.000 krónum í avlopi eftir skatt. 

Úrslitið er eitt lítið sindur lakari enn árið frammanundan, men má metast at vera eitt rímiligt úrslit, serliga tá tað framgongur av roknskapinum, at virksemið í felagnum er skert rættiliga munandi.

Roknskapurin vísir, at bruttovinningurin hjá felagnum er minkaður við 15,5 prosentum úr 11 milliónum krónum í 2017 til 9,3 milliónir í fjør. Samstundis eru starvsfólkaútreiðslurnar eisini minkaðar úr 10,2 milliónum í 2017 til 8,4 milliónir krónur í 2018, svarandi til eina lækking á 17,6 prosent.

Úrslitið hjá felagnum var sostatt 917.000 krónur áðrenn skattin, sum var á 158.000 krónur.

Svarar til miðlastuðulin
Í 2018 fekk Sosialurin 768.462 krónur í miðlastuðli frá landskassanum – úrslitið av roknskapinum á 759.000 krónur eftir skatt liggur sostatt rættiliga tætt við tað, sum felagið fekk inn í stuðli frá tí almenna.

Eginpeningurin hjá Pf. Sosialinum er nú komin upp á 7,3 milliónir krónur og skuldin niður 6,8 milliónir.

Fyri einum ári síðani fekk felagið eina átekning frá grannskoðaranum, eina sokallaða ’ongoing concern’-viðmerking, sum skyldaðist eina óvissu viðvíkjandi einari bókaðari skuld til móðurfelagið, Pf. Miðlafelagið. Hesa átekning er felagið nú sloppið av við í roknskapinum.

Grein um 2017 roknskapin sæst her: Blunkandi ávaringarlampur hóast gott úrslit 

Pf. Miðlafelagið, sum eigur Spf. Sosialin, hevði í 2018 eitt úrslit á góðar 500.000 krónur. Einasta inntøka í felagnum er tað, sum Sosialurin kastar av sær.

Eginpeningurin í hesum felag er framvegis negativur, men er batnaður við hálvari millión í 2018, so hann á nýggjárinum minus 1,4 milliónir krónur. Eigarar av Pf. Miðlafelagnum eru smápartafeløgini Spf. Barbara og Spf. Faroe Service, sum eru íløgufeløg hjá teimum báðum stjórunum, Eiriki Lindenskov og Jonhardi Hammer.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder