Innanlands

Sosialurin og Dimmalætting leggja virksemið saman

Bløðini halda fram hvørt sær. Dimmalætting bíðar tó til nýggja landsstýrissamgongan er komin við útmelding av hvat hendir við miðlastuðlinum. Núverandi stuðulsskipan forðar fyri blaðútgávu, verður sagt

2022-12-29 12:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Avtala er gjørd millum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja virksemið hjá báðum miðlunum saman frá 1. januar 2023 at rokna.

Tó so verða miðlarnir framvegis hvørsín miðil óheftir hvør at øðrum og við hvør sínum blaðstjóra.

Sosialurin kemur út enn sum áður eina ferð um vikuna við Vikuskiftis Sosialinum, og eina til tvær ferðir um mánaðin við blað, sum verður borið í hvørt hús. Og heimasíðan in.fo heldur fram sum higartil.

Í fyrstu atløgu verður longri ímillum tær prentaðu útgávurnar av Dimmalætting. Bíðað verður eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært samgonguskjalinum, so ætlar nýggja samgongan, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.

Tá lógin um miðlastuðul varð broytt í fjør, var grundarlagið fyri blaðútgávu í Føroyum skert, og nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at fáa raksturin av geva avkast, soleiðis at til ber at geva tíðindabløð út við at leggja virksemi saman fyri tvey tey størstu bløðini í Føroyum. Tá ið nýggja landsstýrið hevur boðað frá sínum ætlanum fyri miðlastuðulinum, verður støða tikin til, hvussu nógvar blaðútgávur verða í framtíðini.

Tað er neyðugt at fáa lógina um miðlastuðul aftur á beint, tí sum nú er gevur skipanin ikki grundarlag fyri at geva bløð út, tí hon eggjar til at bløðini skulu gera annað tilfar enn siðbundið blaðtilfar, sum er kjarnuvirksemi hjá bløðunum. Tí er verandi skipan við til at niðurlaga blaðútgávu í Føroyum.

Dimmalæting á netinum heldur fram á dimma.fo, har tilfar verður lagt út til haldarar hvønn dag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder