Uttanlands

Sótu í lastbili í 17 tímar uttan mat og drekka

Føroyski Jóhan Dam og konan, Karen Albury Dam, sum búgva á Bahamas, mistu alt í ódnini

Soleiðis sá býurin Marsh Harbour út, eftir ódnin hevði verið har (Mynd: EPA)

Soleiðis sá býurin Marsh Harbour út, eftir ódnin hevði verið har (Mynd: EPA)

2019-09-05 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ódnin Dorian, sum rakti Bahamas sunnudagin herjaði oyggjarnar í tvey samdøgur, og hevur hon elvt til nógvan skaða.

Reyði Krossur hevur mett, at í minsta lagi 13.000 heim vórðu oyðiløgd í ódnini, sum er harðligasta ódnin, sum er skrásett yvir Atlantshavið í ár.

Millum tey, ið hava mist hús og heim er føroyski Jóhan Dam og konan, Karen Albury Dam, sum búgva í Marsh Harbour á Abaco oyggjunum.

[object Object]
Jóhan Dam og Karen Albury Dam

Liljan Jacobsen, bróðurdóttir Jóhan Dam, skrivaði soleiðis á Facebook herfyri:

- Í ódnarveðrinum vóru pápabeiggi, konan og sonur teirra við familju samlaði hjá soninum, men tá tekjan reiv og vindeyguni brotnaðu, kollapsaði húsið. Tey søktu sær skjól í einum lastbili og sótu har í 17 tímar uttan mat og drekka, til tey at enda kláraðu at koma inn til grannarnar. Húsið hjá pápabeiggja, Jóhan Dam og konuni Karen Albury Dam var undir í vatni. Tey hava sostatt mist alt.

Portalurin hevur verið í samband við Liljuna Jacobsen, sum sigur, at familjan í løtuni hevur tað okay, men at umstøðurnar eru sera vánaligar. Tey royna í løtuni at sleppa til høvuðsstaðin Nassau á New Providence Island, men tað er ikki so einfalt. Tó vóna tey at sleppa hartil í dag.

ST metir, sambært tíðindastovuni AFP, at uml. 70.000 fólk á Bahamas hava tørv á neyðhjálp í løtuni.

Dorian, sum í gjár rakti amerikonsku eysturstrondina, var minkaður niður í eina kategori 2-ódn, men í dag er hon tó komin upp aftur í kategori 3.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder