Mentan

Spæl Føroyskt vikan aftur á skránni í februar

Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya og KVF í felag fyri eini Spæl Føroyskt viku í døgunum 22. februar til 2. mars. Tá hoyra vit føroyskan tónleik burturav í KVF og livandi framførslur og framløgur kring landið

Páll Finnur Páll á FMA 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll Finnur Páll á FMA 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-01-11 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Ætlanin er, at Spæl Føroyskt skal gerast eitt landsumfevnadi tónleikaátak. Ein vika, har framførslur eru á hvørjum horni – allastaðni frá ellisheimum til tey stóru mentanarhúsini kring alt landið, og við øllum tónleikasløgum, alt frá føroyskum sálmum til modernaðan popp, skrivar Tónleikasamband Føroya í tíðindaskrivi.

Seinastu árini hava fleiri dagstovnar, skúlar, spælistøð, kirkjur og kommunur tikið undir við Spæl Føroyskt-vikuni, og er vónin hjá fyriskiparunum, at uppaftur fleiri fara at luttaka í ár.

– Vit vilja, at vit øll í felag verja okkara tónleikaarv, menna tónleikapallin og kveikja áhuga fyri tónleiki og føroyskum tónleiki. Tónleikur hevur ein serligan eginleika at savna fólk og at skapa vælveru, um tað so er at lurta eftir tónleiki, spæla tónleik ella syngja við.

Mann kann gerast partur av Spæl Føroyskt-vikuni við at skipa fyri tónleikatiltøkum í døgunum 22. februar til 2. mars og skráseta tiltøkini á musikk.fo.

Talan kann vera um m.a. framførslur, framløgur, og felagssang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder