Innanlands

Spæliland við smákyktum

Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til spælilandið, sum verður í SMS í summarfrítíðini

2025-06-13 16:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til spælilandið, sum verður í SMS í summarfrítíðini. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børn altíð kunnu spæla í góðum veðri. Spælilandið er á Torginum frá 13. juni til 19. juli.

Sum heitið sigur, er eitt spæliland á Torginum í SMS við risastórum smákyktum. Í spælilandinum kunnu tit skreiða, hoppa og spæla. Eisini ber til at gerast smákyktafrøðingur við at svara spurnablaðnum á Torginum og koyra tað í svarkassan.

Vit finna smákyktafrøðingin hvønn mánadag.

Tað er ókeypis at vitja smákyktini og spælilandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder