
Býráðið í Klaksvík samtykti at víðka játtanina við 284.958 krónum, soleiðis at gummi nú verður lagt á alt økið á spæliplássinum á Kráargøtu, eins og tað er vorðið gjørt á Jørundsgøtu og við Mylnutún.
- Kommunan hevur síðani síðsta summar dagført flestu spæliplássini í býnum. Nú er tíðin komin til spæliplássið á Kráargøtu. Á býráðsfundinum í gjár bleiv samtykt at víðka verkætlanina, sum varð samtykt á býráðsfundi í oktober í fjør, tá tikið varð av tilboðnum at umvæla spæliplássið á Kráargøtu.
Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at tað verður eitt økið á 484 fermetrar, ið verður gummilagt, og at parkeringsmøguleikarnir eisini skulu raðfestast.
Samlaði kostnaðurin at dagføra spæliplássið við Kráargøtu er mettur til 746.848 krónur.
Klaksvíkar býráð samtykti millum eisini á býráðsfundinum í gjár, at Klaksvíkar kommuna skal vera partur av tilgongdini at menna Talgildu Føroyar.Mynd: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald