2025-06-30 11:17

Leygardagin varð nýtt hitamet sett í Spania, tá 46 hitastig vórðu máld í býnum El Granado í Útsynningsspania.
Tað er tað hægsta, sum nakrantíð er skrásett í Spania í juni. Gamla metið var 45,2 stig, og tað varð skrásett í Sevilla í 1965.
Leygardagin vórðu eisini skrásett 44 hitastig í landslutinum Córdoba, og 43,9 hitastig í Sevilla, skrivar Ritzau.
Sambært sponskum veðurfrøðingum væntast núverandi hitabylgjan at vara fram til í morgin, 1. juli.
Um vikuskiftið vórðu Portugal, Frakland og Italia eisini rakt av hitabylgju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald