Uttanlands

Spania tekur ímóti smittuskipinum

Tá skipið kemur til Kanariuoyggjar fara heilsustarvsf´lk at standa til reiðar at viðgera ferðafólkini og skipa fyri, at tey verða flutt til heimlond síni

MV Hondius, sum hevur ligið út fyri høvuðsstaðin í Kapo Verdi í nakrar dagar, hevur fyrr vitjað í Føroyum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

MV Hondius, sum hevur ligið út fyri høvuðsstaðin í Kapo Verdi í nakrar dagar, hevur fyrr vitjað í Føroyum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-06 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanska heilsumálaráðið váttar, at landið er til reiðar at taka ímóti ferðafólkaskipinum MV Hondius á Kanariuoyggjum “í samsvari við altjóða lóg og menniskjaligar – humaniterar – meginreglur”.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Skipið liggur fyri akkeri út fyri høvuðsstaðin í Kapo Verde oyggjunum, Praia.

- Heimsheilsustovnurin hevur greitt frá, at Kapo Verde ikki eru førar fyri at á átaka sær hesa uppgávuna, verður sagt á fráboðanini frá heilsumálaráðnum.

Tá skipið kemur til Kanariuoyggjar, fara heilsustarvsrólk at standa til reiðar at viðgera ferðafólk og manning og skipa fyri, at tey verða flutt til heimlond síni, skrivar Reuters.

Sambart AFP tíðindastovuni verður skipið í Kanariuoyggjum um trý til fýra samdøgur. Umleið 150 fólk eru umborð á ferðafólkaskipinum.

Les eisini: Deyðilig smitta umborð á ferðafólkaskipi

MV Hondius hevur fyrr vitjað í Føroyum.

Les grein frá 2024: Ferðafólkaskip vitjar í Vági fyrrapartin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder