Innanlands

Ferðafólkaskip vitjaði á Vági fyrrapartin

Tey gott 115 ferðafólkini komu at síggjst í býarmyndini.

MV Hondius er 108 metrar langt. Manningin telur 70 fólk (Mynd: vagur.fo)

MV Hondius er 108 metrar langt. Manningin telur 70 fólk (Mynd: vagur.fo)

2024-09-12 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í morgun kom ferðafólkaskipið MV Hondius á Vág.

Vágs kommuna skrivar, at 115 ferðafólk vóru umborð, og sóust hesi aftur í býarmyndini fyrr í dag.

- Klokkan gott seks í morgun legði MV Hondius at kai í Vági. Ferðafólkaskipið liggur í Vági fyrrapartin. Tey gott 115 ferðafólkini fóru ein gongutúr í morgun og koma at síggjast í býarmyndini.

MV Hondius er 108 metrar langt og tekur upp til 196 ferðafólk og manningin telur 70. MV Hondius loysti aftur um middagsleiti og setir kós móti Leirwick.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder