Uttanlands

Spanska løgreglan lagt hald á 6,5 tons av kokaini nær við Kanarisku oyggjarnar

Kokainið varð í gjár funnið í lastini á einum skipi, sum var ávegis til Spania úr Panama

Í farnu viku varð hald eisini lagt á 1,5 tons av kokaini umborð á einum fronskum skipi í spanska býnum A Coruña (Mynd: EPA)

Í farnu viku varð hald eisini lagt á 1,5 tons av kokaini umborð á einum fronskum skipi í spanska býnum A Coruña (Mynd: EPA)

2025-10-27 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin legði spanska løgreglan hald á 6,5 tons av kokaini, sum varð funnið á einum skipi nær við Kanarisku oyggjarnar.

Rúsevnini vórðu funnin í lastini á skipinum, eftir at spanska løgreglan hevði fingið eitt tipp frá amerikonskum myndugleikum, skrivar Ritzau.

Skipið, sum hevði tansaniskt flagg, var farið úr Panama og hevði kós móti býnum Vigo í Útnyrðingsspania. Ikki verður upplýst, hvønn tjóðskap menninir umborð á bátinum høvdu.

Sponsku myndugleikarnir lýsa hetta sum ein av størstu nøgdunum av rúsevnum, sum er funnin seinastu árini.

Spania er eitt væl umtókt mál hjá smuglarnum, sum ynskja at smugla kokain til Evropa. Orsøkin er góða sambandið til Latínamerika, har stórar nøgdir av kokaini verða framleiddar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder