Innanlands

Sparkivøllurin í Trongisvági klárur til nýtslu

Nýtt graslíki er nú komið á sparkivøllin við Ítróttarhøllina í Trongisvági

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-07-20 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýtt graslíki er nú komið á sparkivøllin við Ítróttarhøllina í Trongisvági, og er klárt hjá ungdóminum, og øðrum við, at taka í nýtslu.

Vøllurin hevur altíð verið nógv nýttur, men nú nýtt undirlag er komið á, verður tað nakað heilt annað at nýta hann, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Fólk frá Idé Møblum og Domo byrjaði at leggja undirlagið á hósdagin, og klokkan 23 í hóskvøldið var alt álagt og límað. Fríggjamorgunin klokkan fimm varð byrjað at leggja sand og kork í vøllin. Tað eydnaðist áðrenn regnið byrjaði.

Birgir Andreasen, stjóri í Idé Møblum, lat sera væl at forarbeiðinum hjá Teknisku deild og Sp/f Bárður Hentze. Undirlendið var bæði slætt og gott, tá vøllurin skuldi leggjast á, skrivar kommunan.

Nú sæst at kork er komið í vøllin, tí tað liggur á yvirflatuni. Tá vøllurin verður meira og meira nýttur, so fellur korkið longur inn í vøllin og fer ikki at síggjast eins væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder