Mentan

Sparks, Adam Driver og Marion Cottillard í sangleikinum Annette

6. apríl verður filmurin "Annette" vístur í Filmsfelagnum

2022-04-01 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 6. apríl klokkan 20 vísir Filmsfelagið filmin Annette.

Franski leikstjórin, Léos Carax, sum varð kosin besti leikstjóri í Cannes í fjør, hevur fingið stjørnurnar Adam Driver og Oscarvirðisløntu Marion Cottillard at spæla í hesum nýskapandi sangleiki, sum Sparks hava gjørt tónleikin til, og eisini fingu virðisløn fyri í Cannes.

Henry (Adam Driver) er uppistandsskemtari av tí grovara slagnum, meðan Ann (Marion Cottillard) er operasangarinna, ið er kend um allan heim. Tey eru par, og eru javnan í miðlunum, sum elska at skriva um eydnuríka stjørnulívið. Men tá Ann og Adam fáa fyrsta barnið, Annette, verður alt vent á høvdið.

[object Object]

”Annette” er ein marglittur og nemandi sangleikur um gávuríka barnið Annette hjá franska BAFTA-vinnaranum, Léos Carax, sigur Filmsfelagið.

Sjónleikarin Adam Driver, sum spældi bussførari og rithøvundur í ”Paterson” (2016), sum Filmsfelagið vísti tá, hevur tvær ferðir verið í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina. Av øðrum virðislønum hevur hann fingið ikki færri enn 62.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder