Mentan

Spenningur undan stjørnu-handan

Tiltakið Michelinguide Nordic verður hildið í Stavanger í kvøld. Spenningur um Koks fær triðju stjørnuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-13 15:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matstovuvinnan í øllum Norðurlondum gongur á táum í dag, tí í dag er dagurin, tá stóra matstovuguidin hjá Michelin avdúkar hvør fær og hvør missir sermerktu reyðu stjørnurnar, sum Michelin letur á hvørjum ári.

Hesaferð er tað Norðurlond, tað ræður um, og handanin fer fram á einum tiltaki í vesturnorska býnum Stavanger í kvøld. Tiltakið byrjar klokkan 19, okkara tíð.

Tað eru nú fýra ár síðan, at føroyska matstovan, Koks, kom í hetta fína selskapið. Í 2019 varð tann eina stjørnan økt við einari afturat, og í fjør fekk koks so eisini eina grøna stjørnu, sum prógv fyri, at matstovan er burðardygg.

Koks tvær ella kanska tríggja?
Fólk innan vinnuna ivast ikki á Koks í minsta lagi fer at varðveita sínar stjørnur hesaferð, tí tað er einki, ið bendir á at maturin ella upplivingin í matstovuni frammi við Gjónna er verri nú enn hon hevur verið.

Hin vegin eru tað summi, sum vænta og kanska eisini vóna, at Koks nú kemur upp í evstu elituna og verður heiðrað við teirri triðju stjørnuni.

Ein teirra er danski matserfrøðingurin, Bent Christensen, sum í farna mánaði skrivaði soleiðis á Twitter um Koks: “Sluttelig tillykke til Koks som Årets internationale ***sensation. Går jeg ud fra”.

Les eisini: Ivast ikki í, at Koks fær triðju stjørnuna 

Men enn er tað bara nøkur fá fólk, sum vita hvat hendir í kvøld. Slíkt verður dult sum mansmorð, og tí er eisini spenningurin so stórur.

[object Object]Rasmus Kofoe, leiðari fyri matstovuni Geranium í Keypmannahavn. Onnur av bert tveimum matstovum í Norðurlondum við trimum Michelin-stjørnum (Mynd: EPA)

Treytirnar fyri stjørnunum
Michelin heiðrar á hvørjum ári teimum bestu matstovunum í heiminum við einari, tveimum ella trimum stjørnum.

Treytin fyri at fáa eina stjørnu er, at matstovan er á so høgum støði, at hon er verd at støðga fyri. (Minst til, at Michelin-fyritøkan er dekkframleiðari, og upprunaliga vóru Michelin-guidirnar skrivaðir til fólk, sum ferðaðust í Evropa, helst í bili).

Tvær stjørnur verða givnar frálíkum matstovum, sum eru verdar at koyra ein umveg eftir.

Og tríggjar stjørnur verða givnar matstovum, sum eru so góðar at tær eru “eru verdar eina ferð í sær sjálvum”.

Í løtuni eru bert tvær matstovur í Norðurlondum við trimum stjørnum. Tær eru Geranium í Keypmannahavn og Frantzén í Stockholm.

13 matstovur hava tvær stjørnur: Seks í Danmark, ein í Føroyum, ein í Noregi og fimm í Svørðiki.

47 matstovur hava eina stjørnu. 18 í Danmark, seks í Finnlandi, ein í Íslandi, níggju í Noregi og 12 í Svøríki. Sigast skal, at hetta var talið eftir seinastu tilnevning í februar í fjør. Síðan tá eru onkrar av hesum matstovur stongdar.

Bib Gourmand-merkið
Afturat stjørnunum eru eisni matstovur, sum fáa serligan heiður frá Michelin, sum tó ikki røkkur til eina stjørnu. Hesin heiður kallast All Bib Gourmand, men ongin føroysk matstova er heiðrað við slíkum enn, og tað er tí altíð spenningur, um onkur matstova er, sum fær hetta uppmerksemi, og tí kanska er í spæli til at vera í námind av eini stjørnu í nærmastu framtíð.

Tað ber til at fylgja tiltakinum á netinum. Tiltakið verður millum annað stroymt her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder