Innanlands

Nýggja veljarakanningin: Spenningurin økist um løgtingsvalið

Fólkaflokkurin sær framvegis út til at gerast vinanri, men tað tódnar í veljarakanningunum. Hinvegin skal nógv broytast, um ikki Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale vinna eina setu afturat á Fólkatingi

Ruth Vang og Aksel V. Johanensen hava havt sítt at stúrt um, men í mun til tølini seinastu tíðina, sær tað ikki so galið út smáar tveir vikur fyri val (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ruth Vang og Aksel V. Johanensen hava havt sítt at stúrt um, men í mun til tølini seinastu tíðina, sær tað ikki so galið út smáar tveir vikur fyri val (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-14 22:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstríðið er nú byrjað. Hetta er nakað sum vit hava eftirlýst her í vikuni, og tað hava viðmerkjarar á FM1 millum annað eisini gjørt.

Sí eisini:
Stjórnin: - Her er eingin kantur á valstríðnum
Eftir tríggjar valskráir og tvær vikur við valstríði: Tamt og tunt

Ein "boksidystur" var millum Bárð á Steig Nielsen og Sirið Stenberg í gjár - við Sambandsflokkunum og Tjóðveldisfólki í hvør sínum horni og við Stjórnarlimum, sum purraðu uppundir. Sí niðanfyri.

Ein nýggj veljarakanning fyrilá eisini í gjár. Ein sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin/FM1 og Kringvarpið. Hon vísti millum annað, at meðan Sambandsflokkurin stendur í stað, er Tjóðveldi á veg frameftir aftur til løgtingsvalið 26. mars

Ringast stendur til hjá Fólkaflokkinum. Ella: í roynd og veru stendur A framvegis til at gerast greitt størsti flokkur 26. mars. Men nú nærkast flokkurin níggju tinglimum og er farin niðurum 30 prosent fyri fyrstu ferð í eitt ár: Stór framgongd í mun til valið 2022 men greið afturgongd í mun til seinastu mongu veljarakanningarnar. 

Barometrið: Síggj veljarakanningarnar

Javnaðarflokurin stendur til at fáa størstu afturgongdina, í mun til seinasta løgtingsvalið. Men í hesari kanningini eitur tað 18,8 prosent, og harvið nærkast C spakuliga einum sjeynda tinglimi (eitt prosentstig aftanfyri Sambandsflokkin, sum hevur tað). So mikið væl stóð tað ikki til fyrst í februar: 12,4 prosent og fýra tingfólk

Sí eisini: Aksel V. Johannesen: Nú vænti eg sjey tinglimir og vóni átta

Í mun til smærri flokkarnar, so gongur Framsókn aftur í mun til veljarakanningarnar og er ikki so langt frá talinum til søguliga góða valið í 2022. Hinvegin gongur Miðflokkurin aftur og er ikki langt frá at missa annan tingmannin - møguliga til Sjálvstýri, sum er gingin hálvt prosentstig fram, síðani valið var útskrivað og nú nærkast tinggáttini.

Sí kanningina og les meira her: Samgongan vinnur inn - Fólkaflokkurin av álvara mist framburðin

Les eisini: Beinir Johannesen mist flogið

[object Object]

Sum talvan omanfyri vísir, so liggur tað enn til verandi andstøðu og serliga Fólkaflokkin og Sambandsflokkin - sum sambært hesum framvegis kunnu skipa samgongu tveir einir. Men nú eitur tað 19-14, heldur enn 22-11 sum tað var fyrst í februar.

Útjavningin í kanningini ger eisini, at fleiri samgongumøguleikar spøkja - og spenningurin økist um úrslitið 26. mars.

Stórt ivamál er hinvegin, um tað verður nakar spenningur um valið tveir dagar frammanundan. Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Spyr, fra Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin at enduvinna sessirnar í stórum stíli - og serliga standa Sjúrður Skaale og C til at sigra.

Javnaðarflokkurin gongur ellivu prosentstig fram, í mun til úrslitið í 2022. Og hóast Sambandsflokkurin gongur eitt sindur aftur í mun til tá Anna Falkenberg var fyrstvald á Fólkating, so stendur Sambandsflokkurin til at fáa umleið tvífalt so nógvar atkvøður sum tættastu kappingarneytarnar: Tjóðveldi og Fólkaflokkin.

Nógv síggja út til at fara á fólkatingsval 24. mars - hóast tað bert er tveir dagar áðrenn tað meira týðandi valið. Sí úrslitini niðanfyri:

Alt bendir á Sjurð og Annu aftur- yvir 70 prosent vallutøka kann væntast

[object Object]
Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eftir fólkatingsvalið í oktober 2022. Flokkar teirra síggja út til at fara at vola aftur (Mynd. Jens Kr. Vang)

700 fólk vóru spurd til kanningina, sum varð gjørd 12. mars 2026. Óvissan er upp til 2,9 prosent - 13,4 prosent av teimum, sum svaraðu, hava ikki tikið støðu enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder